Fríggjadagin og langt út á kvøldið verður stór og umfatandi mentanartiltak í Havn.
Hetta er so mikið umfatandi tiltak, at sjálvt Tórshavnar Býráð nevnir dagin fyri tann lítla ólavsøkan og tað sipar til, at tað er ein ørgrynna at tiltøkum, bæði innandura og uttandura, frá tíðliga á morgni til langt út á kvøldið.
Men tá ið føroyingar skipa fyri tiltøkum uttandura, hevur veðrið avgerðandi týdning, og tað er alt annað enn sjálvsagt, at tað verður til vildar. Men tað verður tað hesa ferð, tí Petur Skeel, veðurmaður hjá Miðlahúsinum lovar gott veður, við lítlum og ongum vindi og turrveðri og sum rosinan í pylsuendanum verður tað eisini rættiliga lýtt.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr veðurmannin greiða frá veðrinum í morgin, tá ið mentanarnáttin verður - og teir næstu dagarnar.
|