Veðrurin vigaði "bert" 100 pund

Í fjør fletti Ásbjørn Kjærbo í Skopun ein veturgamlan veðr, sum vigaði heili 124 pund. Í ár vigaði besti veðrurin "bert" 100 pund.

Í fjør fletti Ásbjørn Kjærbo í Skopun ein veturgamlan veðr, sum vigaði heili 124 pund. Í ár vigaði besti veðrurin "bert" 100 pund.

 

Ein slikur setingur ljóðar kanska løgin í oyrunum á teimum flestu, men Ásbjørn hevur havt nógvar stórar veðrar undanfarin ár.

 

Ásbjørn Kjærbo var eisini millum teirra, sum fletti teir 23 veðrarnar á Sandi í gjár. Tá in.fo spurdi hann, um hann sjálvur hevði flett, var svarið ja.

 

- Men, eingin veðrur var so stórur sum veðrurin, eg fletti í fjør. Hin besti í ár vigaði 100 pund, segði hann lítillátin.

 

Ásbjørn Kjærbo sigur, at stóri veðrurin, hann fletti í fjør, var undan ær av Syðradali á Streymoynni, og brundurin var úr Bø.

 

Myndin er av 124-pund stóra veturgamla veðrinum sum varð flettur í Skopun í fjør.