Veðrið versnar um alt landið

Tað eru óráð at koyra ímillum bygdir og nógvir bilar standa fastir

Tað eru av allar ringastu koyrilíkindum í dag og sum tað sær út nú, fer veðrið at versna út á dagin.

 

Landsverk sigur, at serliga norðanfyri og vestanfyri eru stak vánalig koyrilíkindi. Vestmannavegurin er í løtuni stongdur, og við Norðskálatunnilin, og á Hálsi í Sandavági, standa nógvir bilar fastir, eins og einstakir bilar hava rent seg fastar aðrastaðni í landinum eisini.

 

- Í løtuni er óráðiligt at koyra nógvastaðni í landinum, tí líkindini eru av teimum ringastu. 

 

Les eisini: Bilførarar seta lív og heilsu í vanda í morgun

 

Nógvir bilar standa fastir, og serliga ringt er tað við Norðskálatunnilin og á Hálsi í Sandavági. Eisini um Gøtueiði og á Kambsdali eru stak vánalig koyrilíkindi.

Sunnanfyri hevur verið heldur frægari føri, men tað versnar so spakuliga um alt landið, upplýsir Árni Jacobsen, økisleiðari á Landsverki.

 

Myndirnar niðanfyri hevur Jónstein Petersen, maskinførari á Landsverki, tikið eystarumegin Norskálatunnilin umleið klokkan 13.30 í dag.

 

Sí fleiri myndir frá óveðrinum við at trýsta HER