Trý vikuskifti í heyst hevur verið skipað fyri eini heystkapping í kappróðri, nevnd Ódnartøk.
Róð hevur verið við ískeiina á vestaru vág. Teinurin er einans 140 metrar, so talan hevur verið um eina spurtkapping burturav.
Teitur Samuelsen, fyriskipari, er sera væl nøgdur við kappingarnar.
- Tað hevur gingið avbera væl at avgreiða róðrarnar. Í gjár nýttu vit einans ein tíma og 20 minuttir upp á øll trý umførini. Tað gekk so skjótt, at eftir tvey umfør máttu vit "easa í," fyri at tað ikki skuldi blíva liðugt alt ov skjótt, sigur hann.
Fleiri rógvarar hava umvegis sosialar miðlar longu boðað frá, at teimum hevur dámað væl hetta slagið av kapping, og Teitur Samuelsen váttar, at hetta samsvarar við tær afturmeldingarnar, teir hava fingið.
- Hetta var ein roynd, vit vildu gera. Vit vildu kannað, um undirtøka var millum róðursfólk fyri eini tílíkari kapping. Tað haldi eg, at luttakaratalið og afturmeldingarnar frá luttakarunum hevur víst, at tað er, sigur Teitur Samuelsen.
- Harnæst vildu vit kannað, hvussu møguleikarnir eru, at rógva kapp um heystið. Har kunnu vit staðfesta, at hetta økið á Vestaru Vág egnar seg avbera væl til kappróður, eisini hóast veðrið ikki er av tí besta. Tíverri, so hevur tað verið rættiliga gott heystarveður øll trý vikuskiftini, vit hava skipa fyri Ódnartøkum. Veðrið hevur mest sum verið ov gott, til at vit veruliga fingu svar upp á hendan spurningin, sigur hann.
Teitur Samuelsen sigur, at tað er óvissa um, hvørt skipað verður fyri Ódnartøkum aftur komandi ár.
- Høvuðstrupulleikin er tann, at økið, sum vit hava róð á í ár, er eitt sera nógv brúkt øki. Tað er als ikki sjálvsagt, at tað er møguligt hjá okkum at rógva her, tí ofta liggja onnur skip við kei her. Til dømis var leingi óvissa um, hvørt hetta seinasta umfari kundi rógvast her, av tí at Enniberg lá við bryggju. Tíbetur vóru teir so beinasamir umborð, at teir fluttu skipið, soleiðis at vit kundu rógva, sigur Teitur Samuelsen.
- Eg kannaði tí fyrr í vikuni, hvørji onnur øki kundi hugsast at vera hóskandi til slíkar kappingar. Vágir sum Miðvágur, Vágur, Vestmanna og fleiri aðrar, áttu at verið væl hóskandi til slíkar kappingar. Serliga tey støð, har til ber at rógva innanfyri ein brimgarð ella eina byrging av onkrum slag, skuldu verið væl hóskandi, sigur Teitur Samuelsen.
- Tað er altso ikki vist, at vit skipa fyri hesum aftur komandi ár, men tað skuldi ikki verið nakað í vegin fyri, at onnur skipaðu fyri eini líknandi kapping onkra aðrastaðni í landinum, ella at kappingin kundi ferðast av vág til vág hvørt umfar, sigur Teitur Samuelsen at enda.