Veðrið útsetir Vísundavøku í Suðuroynni

Veðrið ger um seg, og í Suðuroynni merkist hetta ofta á samferðsluni.

 

Hetta skuldi annars henda í suðuroynni í kvøld:

 

Vísindavøka er á ferð kring landið. Ónskvøldið 20. september er ein sýning í Miðlatúni í Vági.

 

Á skránni eru tvær framløgur. Fyrra framløgan nevnist ”Granskingargrundað rørsluátak í fólkaskúlanum í Suðuroy” sum Helgi Winther Olsen leggur fram. Seinna framløgan nevnist ”Aldurorka í Føroyum” og tað er Bárður Joensen sum fer at tosa um alduorku.

 

Vísindavøkan verður í Miðlatúni í Vági ónskvøldið kl 19.00.

 

Tað eru Granskingarráðið og granskingarstovnarnir í Føroyum sum skipa fyri Vísindavøku. Endamálið er at økja um áhugan fyri gransking og granskingarúrslitum í samfelagnum.

 

Men hesi boð eru seinni komin: VEGNA VEÐUR ER TILTAKIÐ Í SUÐUROY 20. SEPTEMBER FYRIBILS ÚTSETT. LÝST VERÐUR AFTUR SEINNI VIÐ NÝGGJUM DEGI.