Ovastevna og Regatta eru á skránni hjá nógvum fólkum um vikuskiftið, og sambært donsku veðurstovuni DMI, so nýtast gestirnir ikki at taka regnskjólini við.
Veðrið næstu dagarnar sambært DMI:
Eitt lágtrýst, 985 hPa, sunnanfyri Ísland flytur seg spakuliga norðureftir, meðan tað veksur í styrki. Eitt tilhoyrandi veikt brúgvalag yvir Føroyum flytur seg spakuliga eystaneftir, meðan eitt annað veikt brúgvalag fyri Ytra banka og Íslandsryggin flytur seg eystureftir og minkar í styrki. Eitt lágtrýst, 1006 hPa, yvir sunnari partin av Onglandi flytur seg norðureftir og dýpist.
Fríggjadagin:
Gul til stívt andøvsgul frá suður og landsynningi, ið minkar til lot til andøvsgul. Skíggjað, í stundum regn og í støðum mjørki. Út á dagin klárnar tað í veðrinum. Hitin millum 10 og 15 stig. Í kvøld og í nátt lot til andøvsgul úr landsynningi ella skiftandi ættum. Til tíðir skíggjað við nakað av mjørka, men í stundum klárt veður. Hitin fellir til millum 5 og 10 stig.
Leygardagin:
Lot til andøvsgul úr útsynningi og suðri, 3 til 8 m/s. Mest turt og til tíðir sól. Hitin um dagin millum tíggju og 13 stig, og um náttina millum 7 og 10 stig.
Sunnudagin:
Gul til stívt andøvsgul úr suðri, 3 til 8 m/s. Mest turt og til tíðir sól. Hitin um dagin millum 10 og 13 stig, og um náttina millum 7 og 10 stig.