Veðrið lammar samferðsluna

Fleiri skip og bussar hava avlýst túrar.

Tað er rættiliga keðiligt veður kring landið í dag, og tað ávirkar ferðaætlanina hjá Strandfaraskip Landsins. Fleiri skip og bussar hjá stovninum hava nevniliga avlýst fleiri túrar í dag.

Í ferðaætlanini hjá Smyrli eru fleiri broytingar. Túrurin av Havnini klokkan 13 varð avlýstur, og hevur tað sjálvandi ført við sær av túrurin av Krambatanga klokkan 15.30 eisini er avlýstur. Síðstu túrurin av Havnini verður tó eftir ætlan sigldur, men er fluttur frá klokkan 18.30 til klokkan 21.


Øll sigling á Skúvoyarleiðini er fyribils avlýst vegna veður.


Eisini fleiri bussar hava broytt ferðaætlanina vegna veður.


Seinasti túrur við leið 400, Klaksvík – Tórshavn, verður úr Havnini klokkan 15.20.
Seinasti túrur við leið 401, snarbussurin millum Toftir og Havnina, fer úr Havnini klokkan 15.20, heldur enn 16.15.


Seinastu túrarnir við leið 410, Fuglafjørður - Gøtudal – Klaksvík, fara úr Klaksvík og Fuglafirði klokkan 16.20.


Harumframt eru bussleiðirnar 500, Klaksvík – Viðareiði, 504, Klaksvík – Kunoy, 700 Sumba - Vágur – Tvøroyri, og 701, Tvøroyri - Hvalba/Sandvík, longu givnar at koyra.