Týsdagin verður boðað frá vindi úr eystri, 10 til 13 metrar um sekundið. Seinni á degnum minkar vindurin tó eitt sindur, so tað verður 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og regn meginpartin av degnum. Um náttina minkar vindurin niður í 2 til 7 metrar um sekundið. Hitin liggur um 10 stig.
Mikudagin liggur vindurin um 2 til 7 metrar um sekundið. Sum týsdagin verður tað fyrst skíggjað og regn, men seinni á degnum verður betri, og møguliga kagar sólin fram. Hitin um dagin millum 10 til 13 stig, um náttina millum 7 til 10 stig.
Sambært forsøgnini verður turt hósdagin. Hitin um dagin millum 10 og 13 stig, meðan vindurin liggur um 2 til 7 metrar um sekundið allan dagin. Hitin um náttina liggur millum 7 til 10 stig.
Fríggjadagin kann aftur væntast nøkur æl. Vindurin liggur um 2 til 7 metrar um sekundið. Hitin um dagin 10 stig, um náttina millum 5 og 8 stig.
Leygardagin minkar vindurin niður á undir 5 metrar um sekundið. Møguleiki er tó fyri regni. Hitin um dagin um 10 stig, meðan náttin verður nakað kaldari, millum 3 og 8 stig.









