Í dag verður punktum sett fyri 80. landskappingini í fótbólti. Kappast hevur verið um føroyameistaraheitið í fótbólti øll árini síðani 1942. Undantakið er í 1944, tá ið tað orsakað av krígnum ikki bar til at kappast.
Nógvu tey fyrstu árini var fótbóltskappingin í ljósastu mánaðunum – frá mai og fram til í august. Síðani kappingin í 1988 varð víðkað til at fevna um 10 feløg og serliga síðani kappingin varð víðkað frá at fevna um 18 og til at fevna um 27 umfør, hevur tað verið neyðugt at kappast í september og oktober. Í fyrraárið argaði koronan, og tá var neyðugt at kappast í landskappingini fram til 7. november, og eisini í fjør var ein landskappingardystur 7. november.
Tað er meiri enn so komið fyri, at ivamál hava verið, um tað var ráðiligt at spæla fótbólt, tá ið síðsta umfar í landskappingini hevur verið.
Soleiðis er tað ikki í dag. KÍ fer at fáa gullkrónur og FM steyp á heimavølli. Hetta er fyrsta ferðin síðani 1999, at klaksvíkingar fegnast um FM steyp og gullkrónur á heimavølli. Í 1999 var síðsti dysturin ímóti ÍF – 4-1 – og tá regnaði tað so illa, og vøllurin var so vátur, at tað ikki av álvara bar til at spæla fótbólt.
Í dag verður sagt frá góðum líkindum kring alt landið. Tað verður klárt og turt, og lotið fer ikki at órógva, men áskoðararnir eiga at vera væl ílætnir, tí tað vera ikki fleiri enn 6 – 7 hitastig.
27. umfar
Leygardagin 22. oktober
KÍ – Skála: Áki Leitisstein Hansen kl. 15.15
Víkingur – EB/Streymur: Eiler Rasmussen kl. 15.15
B68 – B36: Bjarki Danielsen kl. 15.15
07 Vestur – AB: Rúni Olsen kl. 15.15
HB – NSÍ: Rúni Gaardbo kl. 15.15
-
KÍ | 26 | 24 | 2 | 0 | 70 | 7 | 74 |
Víkingur | 26 | 17 | 4 | 5 | 65 | 24 | 55 |
HB | 26 | 16 | 4 | 6 | 53 | 26 | 52 |
B36 | 26 | 11 | 5 | 10 | 48 | 28 | 38 |
EB/Streymur | 26 | 10 | 5 | 11 | 31 | 50 | 35 |
07 Vestur | 26 | 7 | 7 | 12 | 33 | 60 | 28 |
AB | 26 | 8 | 4 | 14 | 32 | 62 | 28 |
B68 | 26 | 8 | 3 | 15 | 36 | 50 | 27 |
NSÍ | 26 | 6 | 3 | 17 | 30 | 56 | 21 |
Skála | 26 | 1 | 7 | 18 | 25 | 60 | 10 |