Veðrið darvar Jósup

Ongin túrur hevur verið til Nólsoyar í morgun.

Keðiliga veðrið í morgun hevur havt sínar avleiðingar fyri ferðaætlanina hjá Strandferðsluni.


Bussar og flestu skip halda ferðaætlanina, men nólsoyingar hava í morgun verið veðurfastir, tí Jósup hevur avlýst allar túrar í morgun.


Veðrið er tó um at batna nú, og Strandferðslan boðar eisini frá, at Jósup fer sín fyrsta túr úr Havnini klokkan hálvgum tíggju í morgun. Jósup fer úr Nólsoy aftur klokkan 09.55.


Nógvur vindur hevur verið kring landið í nátt og í morgun. Nú er vindurin tó nógv minkaður, men Landsverk ávarar enn um, at nógvur vindur er á Gjáarskarði, Oyndarfjarðarvegnum, Oyggjarvegnum og á Porkerishálsi.