Veðrið darvaði stuðulskonsertini

Stóra Í menniskjum góður tokki konsertin í Lindevang Kirke í gjárkvøldið, var merkt av ringa veðrinum, ið herjaði í Danmark.

Stóra Í menniskjum góður tokki konsertin í Lindevang Kirke í gjárkvøldið, var merkt av ringa veðrinum, ið herjaði í Danmark.

Einans 70 fólk hættaðu sær út á Frederiksberg á konsertina. Gert Róðá fyriskipari sigur við in.fo, at hetta var harmiligt, tí veðrið í Keypmannahavn var ikki so øgiliga ringt, sum aðrastaðni í landinum. Men bæði áskoðarar og nøkur av teimum, ið skuldu framføra meldaðu avboð. Kanska ikki minst tí, at miðlarnir vóru á tremur við ávaringum.

Gert Róða er tó væl nøgdur við konsertina.:

- Konsertin eydnaðist stak væl og fólk vóru so sera glað. So vit royna aftur næsta ár og vóna, at veðrið verður betri tá.