Veðrið blíðkar fyri hugaðum monnum

- Í høvuðsheitum verður summarið hildið í Føroyum, men vit fara eisini ein túr til Danmarkar at vitja familju, sigur Lasse Klein.

 

- Myndugleikarnir hava handfarið koronu-støðuna fyrimyndarligt frá A til Z, heldur Lasse Klein.

 

 

Hvørjar ætlanir hevur tú fyri summarið 2021? 

 

- Tá tað kemur til heimligu viðurskiftini, stendur røkt av havanum ovarlaga á skránni. Eg havi eisini fyri stuttum pussað mær súkkluna upp og eri byrjaður spakuliga at súkkla nakrar túrar um vikuna. Endamálið er at verða meira virkin, tá tað kemur til likamliga rørslu.

Tað sigur Lasse Klein í Saltangará.

Verður alt summarið hildið í Føroyum - ella verður tað ein túrur av landinum?  

- Í høvuðsheitum verður summarið hildið í Føroyum, men vit fara eisini ein túr til Danmarkar at vitja familju. Vit gleða okkum til at hitta abbabørnini og verða saman við teimum. 

Ferðast tú eisini í egnum landi? 

- Tað er gomul traditión hjá okkum, at vit næstan á hvørjum ári fara til Gjáar at ferðast, og tað fara vit eisini í ár. Tað er ein túrur, sum vit altíð gleða okkum til. Vit fara eisini í Sandoynna, og ein túrur til Suðuroyar hevur eisini verið upp á tal. 

Væntar tú, at korona fer at merkja hetta summarið í Føroyum? 

- Vit fylgja væl við koronu-støðuni. Tað kann ikki umgangast, at hetta á ein ella annan hátt merkist, og at vit verða noydd at taka hædd fyri óvæntaðum boðum í samband við smittuvandan. Men, tað taka vit, sum tað kemur. 

Lasse Klein heldur, at myndugleikarnir hava handfarið koronu-støðuna fyrimyndarligt frá A til Z, og tað eiga vit øll at verða takksom fyri. 

Hvat heldur tú um summarveðrið higartil, nú farið er um longsta dag? 

- Vit eru von við eitt sindur av hvørjum, og summarið higartil hevur ikki verið eitt av teimum bestu, men hinvegin - lat okkum vóna, at orðatakið, at ”veðrið blíðkar fyri hugaðum monnum” verður úrslitið av tí, sum er eftir av summarinum, sigur Lasse Klein, sum ynskir øllum eitt gott summar.

 

- Myndugleikarnir hava handfarið koronu-støðuna fyrimyndarligt frá A til Z, heldur Lasse Klein.