Eitt lágtrýst við Ísland fer í ein landnyrðing og sunnunáttina streymar kaldari luft oman yvir Føroyar av útnyrðingi og norði. Sunnukvøldið troðka nýggj brúgvaløg seg upp yvir Føroyar av suðri, men fyrst í næstu viku menninst eitt nýtt hátrýst við Ísland, og vil tað, sum frá líður, geva støðugari veður í Føroyum.
Leygardagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 metrar um sekundið, sum snarar í in vestan. Samdrigið og ælaveður og hitin millum 7 og 9 stig. Sunnunáttain verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri, 10 til 15 metrar um sekundið, sum snarar í ein útnyrðing og mkarar niður í lot til andøvsgul, 3 til 8 metrar um sekundið. Skýggjað og ælaveður, partvís vátaslettingur. Hitin niður í 2 stig.
Sunnudagin verður lot til andøvsgul av útnyrðingi, 3 til 8 metrar um sekundið, sum snarar í ein eystan og øtlar upp í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 metrar um sekundið. Skýggjað og fyrrapartin ælaveður, partvís vátaslettingur. Hitin millum 5 og 8 stig. Um kvøldið og náttina øtlar hann vindin upp í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, fyrst av útsynningi, seinni landnyrðingi, 10 til 15 metrar um sekundið. Skýggjað og regn av suðri og hitin millum 4 og 8 stig.
Mánadagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 metrar um sekundið. Skýggjað og regn, men út á dagin klárar í. Hitin millum 5 og 8 stig. Sum náttin líður makar hann vindin niður í gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og turt. Hitin niður í tvey stig.
Týsdagin verður gul til stívt andøvsgul av eystri og landsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Turt og kanska onkur sólglotti. Hitin alt døgnið um 10 stig.
Mikudagin verður gul til stívt andøvsgul av eystri og landsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið, sum um náttina øtlar upp í andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið. Turt og kanska onkur sólglotti. Hitin alt døgnið um 10 stig.
Hósdagin verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri og landsynninig, 8 til 13 metrar um sekundið, sum makar niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og stundum regn. Hitin alt døgnið um 10 stig.









