Nógvur vindur hevur verið kring landið í nátt og henda fyrrapartin.
Tó er líkt, at veðrið verður frægari út á dagin, sambært donsku veðurstovuni, DMI.
Vindmegin, sum í løtuni liggur millum 17 og 24 metrar um sekundi, viknar seinnapartin, og seint í kvøld og í nátt kunnu vit vænta vindmegi millum 4 og 11 metrar um sekundi.
Tað verður skýggja og regn, og í nátt klárar í eitt skifti.
Hitin í dag fer at liggja millum 5 og 8 stig, í nátt nakað kaldari millum 1 og 5 stig.










