Veðrið í dag:
Skrið av norði og útnyrðingi, kavaælingur og hitalagið millum 3 og 5 kuldastig. Móti kvøldi lækkar hann niður í vestan og útsynning og minkar vindin til stívt andøvsgul. Hitin kemur upp um frostmarkið og kavi ella vátaslettingur vestaneftir.
Veðrið hósdagin, fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin:
Strúkur í vindi upp í skrið av vestri og stundum regn. Í vikuskiftinum minkar hann vindin nakað og tað klárar í. Hitin millum 3 og 8 stig.
Í gjár:
Eitt lágtrýst í landnyrðing úr Íslandi fer spakuliga í landnyrðing. Eitt nýtt lágtrýst vestanfyri Skotland fer í landnyrðing og hevur regn við sær.
Í dag:
Mikunáttina kemur ein kaldur og harður útnyrðingsstreymur við kavaælingi. Teir komandi dagarnar vil eitt megnar hátrýst í útsynning úr Írlandi breiða seg í landnyrðing og geva lýggjari veður við Føroyar.










