Veðrið

.

Veðrið í dag:

Andøvsgul upp í ein strúk av norði og kavaælingur, men eisini sólglottar. Hitalagið millum 1 og 5 kuldastig.


Veðrið sunnudagin:

Andøvsgul av norði og yvirhøvu turt og sólglottar. Hitalagið millum 1 og 5 kuldastig.


Veðrið mánadagin, týsdagin og mikudagin:

Andøvsgul av landsynningi og eystri, seinni av landnyrðingi. Kavaavfall, men seinni regn og hitin kemur upp í ein 2 hitastig. Mikudagin snarar hann í norðan og útnyrðing og veksur vindin til hvassan vind. Tað klárar í, tó kavaælingur. Hitin fellur niður í ein 2 kuldastig.


Í gjár:

Millum eitt hátrýst yvir Norðureystur-Grønlandi og eitt lágtrýst yvir Skandinaviu og Norður-Europu rekur køld luft komandi dagarnar av norði móti Føroyum.


Í dag:

Aftaná vikuskifti fer eitt lágtrýst í útsynning úr Íslandi í landnyrðing og fer væntandi um Føroyar týsnáttina.