Veðrið í dag, leygardagin og sunnudagin:
Andøvsgul upp í ein strúk av norði og kavaælingur, serliga fríggjadagin, annars sólglottar. Hitalagið millum 2 og 6 kuldastig.
Veðrið mánadagin og týsdagin:
Andøvsgul upp í ein strúk av suðri og landsynningi og kavaavfall, men sum frálíður regn. Hitin kemur upp í ein 2 hitastig.
Í gjár:
Millum eitt hátrýst yvir Norðureystur-Grønlandi og eitt lágtrýst yvir Skandinaviu og Norður-Europu rekur køld luft teir fyrstu dagarnar av norði móti Føroyum.
Í dag:
Aftaná vikuskifti fer hátrýstið eystureftir og eitt lágtrýst kemur sunnaneftir móti Grønlandsfjørðinum, so lýggjari luft rekur av suðri móti Føroyum.