Veðrið

.

Veðrið í dag:

Hann veksur vindin upp í skrið av eystri, seinni landnyrðingi. Skýggjað og kavi ella kavaælingur og hitalagið millum 1 og 5 kuldastig.


Veðrið mikudagin og hósdagin:

Hvassur vindur ella skrið av landnyrðingi, seinni hækkar hann upp í norðan og hósdag seinnapart minkar hann vindin. Kavaælingur og hitalagið millum 3 og 8 kuldastig.


Veðrið fríggjadagin og leygardagin:

Upp í hvassan vind av landnyrðingi og norði, skýggjað og hitalagið millum 3 og 8 kuldastig.


Í gjár:

Eitt lágtrýst, 985 hPa. í landnyrðing úr Skotlandi fer spakuliga í landsynning eystan og grynnist nakað. Eitt lágtrýst,, 995 hPa. í útnyrðing vestan úr Írlandi fer spakuliga í landnyrðing eystan og dýpist.


Í dag:

Fríggjadagin kemur eitt nýtt lágtrýst av vestri móti Skotlandi.