Veðrið í dag:
Skrið ella stormur av útnyrðingi, seinni norði og kavaælingur. Hitin fellur niður í 2 til 5 kuldastig.
Veðrið leygardagin og sunnudagin:
Upp í skrið av norði og kavaælingur. Hitalagið um 5 kuldastig.
Veðrið mánadagin og týsdagin:
Hvassur vindur ella skrið av norði, minkandi niður í stívt andøvsgul. Kavaælingur og hitalagið millum frostmarkið og 4 kuldastig.
Í gjár:
Eitt lágtrýst við Jan Mayen fer spakuliga suðureftir, seinni í landnyrðing. Kuldabrúgvin haðani við Ísland fer í landsynning og fer væntandi um Føroyar í nátt.
Í dag:
Aftaná kuldabrúnna rekur køld luft við kavaælingi av norði inn yvir Føroyar.