Veðrið í dag:
Upp í skrið av vestri, seinnapartin hækkar hann upp í útnyrðing og minkar vindin eitt skifti. Vátaslettings- ella kavaælingur og hitin millum 1 og 4 stig - um náttina um frostmarkið.
Veðrið fríggjadagin:
Upp í skrið av útnyrðingi, hækkandi upp í norðan og sólglottar, men eisini grovur kava- ella heglingsælingur. Hitalagið millum 2 og 5 kuldastig.
Veðrið leygardagin, sunnudagin og mánadagin:
Upp í skrið av norði, men mánadagin minkar hann vindin spakuliga. Sólglottar, men grovur kava- ella heglingsælingur. Hitalagið millum 3 og 7 kuldastig.
Í gjár:
Eitt lágtrýst yviri á Eysturlandinum fer í landnyrðing og dýpist. Kuldabrúgvin haðani til havið sunnanfyri Ísland fer spakuliga eystureftir og verður væntandi yvir Føroyum í kvøld og hevur kaldari veður við ælingi við sær.
Í dag:
Seint hósdagin ella fríggjanáttina hækkar hann upp í norðan við frosti og kavaælingi.










