Veðrið

.

Veðrið í dag:

Hvassur vindur ella skrið av útsynningi og stundum regn,, men mitt á degi tó yvirhøvur turt. Hitin fellur niður í 4 til 7 stig.


Veðrið hósdagin:

Fyrst hvassur vindur av útsynningi og regn, men út á dagin hækkar hann upp í útnyrðing og norðan og tað klárar í, tó ælingur, partvís vátaslettingur ella kavi. Hitin fellur til um frostmarkið.


Veðrið fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin:

Hvassur vindur av norði opg útnyrðingi og sólglottar, men eisini kava- ella heglingsælingur. Hitin fellur niður millum frostmarkið og 5 kuldastig.


Í gjár:

Eitt lágtrýst í landnyrðing eystan úr Hvarvinum fer í landnyrðing gjøgnum Grønlandsfjørðin og brúgvalagið haðani er við at fara um Føroyar.


Í dag:

Tað lýggja veðrið við nógvum vindi verður enn einar tveir dagar, men hósdagin kemur hann høgt, so hitin móti vikuskiftinum fellur niður um frostmarkið.