Veðrið í dag:
Hann veksur vindin til hvassan vind ella skrið av útsynningi, samdrigið og regn av og á. Hitin kemur upp millum 6 og 11 stig.
Veðrið mikudagin:
Hvassur vindur ella skrið av útsynningi og regn av og á. Hitin fellur niður í 4 til 7 stig.
Veðrið hósdagin:
Fyrst hvassur vindur av útsynningi og regn. Út á dagin hækkar hann upp í útnyrðing og norðan og sólglottar, men ælingur, partvís vátaslettingur ella kavi. Hitin fellur og verður um frostmarkið.
Veðrið fríggjadagin og leygardagin:
Upp í hvassan vind av norði og útnyrðingi og sólglottar, men eisini kavaælingur. Hitin um frostmarkið ella beint undir.
Í gjár:
Eitt lágtrýst, 990 hPa. sunnanfyri Lofoten fer eystureftir. Eitt annað lágtrýst, 985 hPa. í landsynning sunnan úr Hvarvinum fer í landnyrðing gjógnum Grønlandsfjørðin og brúgvalagið haðani er á veg móti Føroyum sunnaneftir.
Í dag:
Tað lýggja veðrið við nógvum vindi heldur fram teir komandi dagarnar, men hósdagin kemur hann høgt og hitin fellur niður um frostmarkið.










