Veðrið

.

Veðrið í dag:

Hvassur vindur ella skrið av útsynningi, samdrigið og stundum regn. Hitin millum 5 og 8 stig.


Veðrið leygardagin:

Fyrst upp í skrið av útsynningi og regn, seinni hækkar han upp í vestan og minkar vindin til stívt andøvsgul. Tað klárar í, men regn- ella vátaslettingsælingur. Hitin fellur niður í 1 til 5 stig.


Veðrið sunnudagin:

Fyrst upp í ein strúk av vestri, sólglottar, men møguliga regn- ella vátaslettingsæl. Út á dagin veksur hann vindin upp í skrið av suðri og útsynningi og regn vestaneftir. Hitin veksur til 3 til 8 stig.


Veðrið mánadagin og týsdagin:

Hvassur vindur av útsynningi og stundum regn ella ælingur. Hitin millum 3 og 8 stig.


Í gjár:

Eitt veikt hátrýst skamt norðanfyri Føroyar fer í landsynning. Eitt lágtrýst yvir Norður-Atlantshavinum, umleið 37W-45N fer spakuliga í landnyrðing og grynnist so líðandi. Brúgvalagið haðani beint norðanfyri Skotland fer norðureftir og fer um Føroyar í kvøld og í nátt.


Í dag:

Eitt hátrýst yvir Europa breiðir seg í vikuskiftinum í útnyrðing til Bretsku Oyggjarnar, men longu týsnáttina fer eitt nýtt lágtrýst av útsynningi norð um Føroyar.