Veðrið í dag:
Fyrrapartin upp í skrið av útsynningi og vestri, men minkandi niður í ein strúk. Ælaveður, partvís heglingur ella vátaslettingur og hitin millum frostmarkið og 3 hitastig.
Veðrið mikudagin:
Fyrst gul til stívt andøvsgul av vestri og útsynningi, seinni snarar hann í landsynning og eystan og veksur vindin til skrið. Avfall, sum frálíður regn. Hitin frá frostmarkinum upp í eini 2 hitastig.
Veðrið hósdagin:
Upp í hvassan vind av eystri og framvegis regn. Út á dagin snarar hann í vestan og tað klárar í, tó ælingur. Hitin millum 2 og 7 stig.
Veðrið fríggjadagin og leygardagin:
Hvassur vindur ella skrið av vestri, fríggjadag fyrrapart tó eitt skifti landsynnigur og eystan. Stundum regn ella ælingur og hitin millum 1 og 6 stig.
Í gjár:
Eitt hátrýst, 1030 hPa. yvir Miðeuropu stendur mestsum í stað. Eitt lágtrýst, 970 hPa. í landnyrðing eystan úr Íslandi fer spakuliga norðureftir og dýpist. Eitt minni lágtrýst tekur seg upp í útsynning úr Íslandi og fer skjótt í landnyrðing eystan norður um Føroyar til Lofoten.
Í dag:
Fleiri brúgvaløg fara komandi dagarnar um Føroyar av vestri og útsynningi og hava óstøðugt veður og nógvan vind og avfall við sær.










