Veðrið í dag:
Sum frálíður kemur hann av landsynningi og veksur vindin til hvassan vind, seinni snarar hann í útsynning og veksur vindin til skrið. Samdrigið og avfall, sum frálíður regn. Hitin veksur upp í 5 til 7 stig.
Veðrið fríggjadagin:
Skrið av útsynningi, men hann minkar vindin. Regn, seinni klárar í við ælaveðri. Hitin um 5 stig, men minkandi.
Veðrið leygardagin:
Upp í ein strúk ella í støðum hvassan vind av vestri, seinni útnyrðingi. Ælaveður, kanska vátaslettingur og kaldari, 2 til 4 stig.
Veðrið sunnudagin og mánadagin:
Hvassur vindur ella skrið av landsynningi og regn vestaneftir. Hitin 5 til 8 stig. Mánadagin útsynningur og ælaveður.
Í gjár:
Eitt lágtrýst skamt í landnyrðing úr Íslandi grynnist spakuliga. Eitt minni lágtrýst fer skjótt eystureftur sunnanfyri Føroyar. Eitt nýtt lágtrýst í útsynning úr Hvarvinum fer móti Íslandi, seinni í landnyrðing og dýpist nógv.
Í dag:
Sunnudagin kemur eitt nýtt lágtrýst. Lýggj luft rekur meginpartin av tíðini móti Føroyum av útsynningi við brúgvaløgum og regni.