Veðrið í dag:
Upp í hvassan vind av vestri og útnyrðingi og vátaslettings- ella regnælingur. Hitin millum frostmarkið og 2 hitastig.
Veðrið hósdagin:
Hann minkar vindin niður í gul av vestri og útsynningi og vátaslettingur, seinni regn. Móti kvøldi snarar hann í sunnan og landsynning og veksur vindin til hvassan vind. Hitin veksur upp í eini 5 stig.
Veðrið fríggjadagin:
Hvassur vindur av suðri og útsynningi og regn. Hitin um 5 stig. Út á dagin hækkar hann upp í vestan og tað klárar í, tó ælingur. Hitin fellur nakað.
Veðrið leygardagin og sunnudagin:
Upp í ein strúk av vestri og útnyrðingi, ælaveður og hitin milum 1 og 4 stig. Seinni veksur hann vindin til hvassan vind av suðri, regn og lýggjari veður.
Í gjár:
Eitt lágtrýst skamt í landnyrðing úr Íslandi fer eystureftir. Eitt annað lágtrýst tekur seg upp í útsynning úr Íslandi og fer í nátt framvið Føroyum sunnanfyri.
Í dag:
Móti vikuskiftinum fer eitt nýtt lágrýst frá Hvarvinum móti Íslandi og tað gevur lýggjari veður við Føroyar.