Veðrið í dag:
Gul til stívt andøvsgul av útsynningi, fyrrapartin skýggjað og regn. Hitin millum 5 og 7 stig. Seinnapartin hækkar hann upp í norðan og tað klárar í, tó vátakava- ella kavaælingur. Hitin fellur niður í eini 2 kuldastig.
Veðrið sunnudagin:
Gul til stívt andøvsgul av norði, seinni av vestri. Fyrst okkurt ælið, seinni áhaldandi avfall, mestsum vátaslettingur. Hitin millum 1 og 4 stig. Móti kvøldi hækkar hann aftur upp í norðan við hvøssum vindi og kava- ella heglingsælingi. Hitin fellur til undir frostmarkið.
Veðrið mánadagin:
Hvassur vindur av norði, men hann minkar út á dagin. Kava- vátaslettings- ella heglingsælingur og hitin millum 1 og 4 stig. Týsnáttina gul av ymsum ættum og yvirhøvur turt.
Veðrið týsdagin og mikudagin:
Gul til stívt andøvsgul av útsynningi og regn ella kanska vátaslettingur av og á. Hitin millum 2 og 6 stig.
Í gjár:
Eitt hátrýst yvir Bretsku Oyggjunum fer í landsynning og eitt lágtrýst yvir Grønlandsfjørðinum fer í landnyrðing og dýpist. Brúgvaløgini haðani fara um Føroyar í morgin.
Í dag:
Samstundis tekur eitt lágtrýst seg upp við Ísland og tað fer væntandi framvið Føroyum norðanfyri mánadagin. Aftaná kemur køld luft við ælingi av norði. Síðani kemur ein hátrýstryggur, men longu týsdagin kemur væntandi eitt nýtt lágtrýst við regni.