Veðrið í dag:
Gul til stívt andøvsgul av vestri, skýggjað og sirm av og á. Hitin millum 4 og 7 stig.
Veðrið leygardagin:
Gul til stívt andøvsgul av vestri, regn av og á og hitin millum 5 og 7 stig. Um kvøldið hækkar hann upp í útnyrðing og norðan og tað klárar í, tó framvegis okkurt ælið. Hitin fellur niður í eini 2 stig.
Veðrið sunnudagin:
Hann veksur vindin upp í hvassan vind av norði og ælingur, sum frálíður vátakavi ella kavi. Hitin fellur niður um frostmarkið.
Veðrið mánadagin:
Hvassur vindur av norði, men minkandi út á dagin. Ælingur, fyrst sum vátakavi ella kavi, seinni regn. Hitin kemur upp millum 2 og 5 stig. Týsnáttina gul av ymsum ættum og yvirhøvur turt.
Veðrið týsdagin:
Hann veksur vindin upp í ein strúk av útsynningi og vestri og regn av og á. Hitin um 5 stig.
Í gjár:
Eitt hátrýst yvir Bretsku Oyggjunum fer sum frálíður í landsynning. Eitt lágtrýst við landsynningspartin av Grønlandi fer í landnyrðing, seinni eystan.
Í dag:
Brúgvaløgini haðani fara um Føroyar fríggjadagin ella leygardag fyrrapart, og aftaná rekur køld luft av norði móti Føroyum.