Veðrið í dag:
Hann veksur vindin upp í ein strúk av útsynningi og suðri og fyrrapartin sólglottar. Seinni samdrigið og sirm. Hitin alt samdøgrið um 10 stig.
Veðrið leygardagin:
Gul til stívt andøvsgul av útsynningi og suðri og sirm av og á. Hitin millum 7 og 11 stig.
Veðrið sunnudagin:
Hann veksur vindin upp í hvassan vind ella skrið og regn. Hitin millum 8 og 12 stig.
Veðrið mánadagin og týsdagin:
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi og regn ella ælingur. Hitin fellur niður millum 5 og 10 stig.
Í gjár:
Eitt hátrýst yvir Norðsjónum stendur mestsum í stað. Eitt lágtrýst yvir Jan Mayen fer í landnyrðing.
Í dag:
Í vikuskiftinum fer eitt lágtrýst til havið í útsynning út Íslandi og dýpist nógv.









