Veðrið í dag:
Hann hækkar upp í vestan og minkar vindin til andøvsgul. Sum frálíður klárar í, men okkurt ælið. Hitin fellur til 3 til 5 stig. Hósnáttina kaldari og okkurt vátasletings- ella kavaælið.
Veðrið hósdagin:
Gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi og sólglottar, men okkurt kavaælið. Hitin um frostmarkið.
Veðrið fríggjadagin:
Gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi og vestri, turt og sólglottar. Hitin um frostmarkið.
Veðrið leygardagin og sunnudagin:
Hann lækkar niður í útsynning, gul til stívt andøvsgul og eitt sindur av regni ella vátaslettingi. Hitin kemur upp í 2 til 5 stig.
Í gjár:
Eitt hátrýst yvir Bretsku Oyggjunum hvørvur eystureftir. Eitt stormlágtrýst eystanfyri Hvarvið fer gjøgnum Grønlandsfjørðin og brúgvalagið haðani fer um Føroyar mikumorgunin.
Í dag:
Aftaná brúgvalagið kemur kaldari luft við ælingi móti Føroyum, men í vikuskiftinum verður lýggjari.