Veðrið í dag og í morgin:
Skrið av útnyrðingi og norði, 15?20 m/s, minkandi til hvassan vind, 13?18 m/s. Kavaæl, men kanska sær sólin av og á. Kalt, millum frostmarkið og 4 kuldastig.
Veðrið sunnudagin, mánadagin og týsdagin:
Hvassur vindur av landnyrðingi og norði, 13?18 m/s, og sum frá líður færri kavaæl ella vátaslettingur. Hitin umleið frostmarkið.
Í gjár:
Eitt lágtrýst millum Føroyar og útsynningspartin av Noregi gongur í ein landnyrðing eystan.
Í dag:
Eitt lágtrýst vestan fyri Skotland gongur fyrst eystureftir, seinni í ein landnyrðing. Ógvuliga køld luft norðan og eystan fyri Ísland streymar inn yvir Føroyar.