Veðrið

.

Veðrið í dag og í mikudagin:

Strúkur í vindi til skrið av útstnningi, 13-18 m/s, minkandi til andøvsgul ella stívt andøvsgul, 5-10 m/s, av vestri. Ælaveður, men sólin sær kortini av og á. Hitin millum 6 og 8 stig.


Veðrið hósdagin, fríggjadagin og leygardagin:

Andøvsgul til stívs andøvsgul av ymsum ættum, 5-10 m/s, og bara okkurt ælið. Seinni veksur hann vindin til strúk í vindi og hvassan vind av norði og landnyrðingi, 13-18 m/s, okkurt ælið, og sum frá líður heglingur ella vátakavi. Tað verður kaldari. Leygardagin minni vindur og turt.


Í gjár:

Eitt lágtrýst í ein útnyrðing úr Føroyum viknar og hevur lýðku við sær.


Í dag:

Hósdagin fer eitt nýtt lágtrýst norðureftir, eystan fyri Føroyar, og kaldari luft rekur norðaneftir.