Veðrið í dag:
Strúkur í vindi til hvassan vind av landsynningi, 10-15 m/s. Fyrrapartin støkkur hann vestur um til strúk í vindi og hvassan vind av útsynningi, 10-15 m/s, seinni minni vindur. Tað klárar eitt sindur í, men kortini ælaveður. Um kvøldið strúkur í vindi av útsynningi, minkandi og sum frá líður bara okkurt ælið. Samdrigið og regn, og hitin millum 5 og 8 stig.
Veðrið í morgin:
Gul til andøvsgul av suðri, seinni landsynningi, 3-8 m/s. Ádrigið og kanska okkurt ælið, og hitin umleið 5 stig. Um náttina strúkur í vindi upp í hvassan vind av suðri, 10-15 m/s, regn og hitin upp til 8 stig.
Veðrið sunnudagin, mánadagin og týsdagin:
Strúkur í vindi til hvassan vind av suðri, 10-15 m/s, regn, seinni útsynningur og vestan, og vindurin vekur upp í skrið. Tað klárar í, men kortini ælaveður. Seinni útnyrðingur og minni vindur, og longri verður millum ælini. Hitin fellur niður í umleið 4 stig.
Í gjár:
Eitt lágtrýst sunnan fyri Ísland stendur næstan í stað, og eitt nýtt lágtrýst í ein útsynning úr Íslandi gongur í ein landnyring og dýpist.
Í dag:
Lágtrýstið fer í ein norðan, og tað slítur í.










