Veðrið í dag:
Hann veksur vindin upp í stívt andøvsgul til hvassan vind av landsynningi og suðri, 10-15 m/s. Ælaveður, og hitin umleið 6 stig. Um náttina fer at regna sunnaneftir.
Veðrið fríggjadagin:
Stívt andøvsgul til hvassan vind av suðri, 10-15 m/s. Ádrigið og regn, og hitin umleið 6 stig. Út á kvøldið ella leygarnáttia útsynningur, og tað slítur í.
Veðrið leygardagin, sunnudagin og mánadagin:
Stívt andøvsgul upp í strúk í vindi av útsynningi, 10-15 m/s. Ælaveður, men viðhvørt samren. Hitin framvegis umleið 6 stig.
Í gjár:
Eitt lágtrýst sunnan fyri Ísland stendur næstan í stað, og tilhoyrandi brúgvalagið yvir Føroyum fer norðureftir, og tað fer at regna.
Í dag:
Nýggj brúgvaløg koma sunnaneftir.