Veðrið í dag:
Hann veksur vindin upp í stívt andøvsgul til strúk í vindi av eystri og landsynningi, 8 til 13 m/s, ádrigið stundum við regni og ælaveðri. Hitin umleið 6 stig.
Veðrið mikudagin:
Strúkur í vindi upp í hvassan vind av landsynningi og eystri, 10 til 15 m/s, og regn. Út á dagin sunnan og útsynningur við somu vindmegi. Tað slítur í, tó okkurt ælið. Hitin umleið 6 stig.
Veðrið hósdagin:
Strúkur í vindi upp í hvassan vind av suðri og útsynningi. 10 til 15 m/s, eitt skifti vaksandi upp í skrið ella storm, 18 til 23 m/s, og ælaveður. Hitin umleið 5 stig.
Veðrið fríggjadagin og leygardagin:
Stívt andøvsgul upp í strúk í vindi av suðri og útsynningi, 10 til 15 m/s, og regn og æl av og á. Hitin umleið 5 stig.
Í gjár:
Eitt lágtrýst, 970 hPa, sunnan fyri Írland gongur móti Kappanum.
Í dag:
Eitt annað lágtryst, 965 hPa, eystan fyri New Foundland, gongur móti Suðurlandinum, og tilhoyrandi brúgvaløgini fara móti Føroyum og hava vind og regn við sær.