Veðrið

.

Veðrið tollaksmessudag:

Stívt andøvsgul til hvassan vind,10 til 15 m/s, av landsynningi. Hann veksur upp í skrið, 15 til 20 m/s, út á kvøldið. Tað fer at regna, og hitin liggur um 8 til 10°.


Veðrið jólaaftan:

Fyrst regnar, men seinni klárar í. Tað verður framvegis hvassur vindur upp í skrið, 15 til 20 m/s, av landsynningi, sum gongur vesturá til útsynning og minkar niður í stívt andøvsgul, 10 m/s. Hitin fer at liggja um 7 til 9°.



Veðrið jóladag:

Sum frá líður strúkur í vindi eystan, 13 m/s, og regn sunnaneftir. Móti kvøldi hækkar hann upp í norðan og veksur helst vindin upp í hvassan vind, 15 m/s. Hitin liggur um 7°.


Veðrið annan og triðja jóladag:

Minkandi niður í stívt andøvsgul, 10m/s, av útnyrðingi. Heldur kaldari, 3 til 6° og okkurt ælið.


Í gjár:

Eitt hátrýst liggur framvegis yvir Russlandi, meðan eitt lágtrýst er í útsynning úr Íslandi.



Í dag:

Lágtrýst fara vestan eftir fram við Føroyum jólaaftansmorgun og annan jóladag. Tað verður lýtt við vindi og regni.