Veðrið

.

Veðrið í dag:

Hvassur vindur upp í skrið av landsynningi og eystri, 13 til 18 m/s. Ádrigið og fyri tað mesta turt, um náttina tó samregn. Hiti umleið 5 stig.


Veðrið fríggjadagin:

Upp til strúk í vindi av eystri og landsynningi, 10 til 15 m/s, men seinni lækkar hann niður í sunnan og minkar til stívt andøvsgul, upp í 10 m/s. Ádrigið og kanska regn av og á. Hitin umleið 5 stig.


Veðrið leygardagin, sunnudagin og mánadagin:

Andøvsgul ella stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Ádrigigið og stundum regn. Hitin umleið 5 stig.


Í dag:

Eitt djúpt lágtrýstiumráði yvir Atlantshavinum gongur spakuliga í ein landsynnin og viknar. Seint í kvøld nærkast nýggj brúgvaløg av útsynningi.


Í gjár:

Ein hátrýstryggur frá einum hátrýsti yvir Hvítarusslandi til Íslands gongur í ein landnyrðing og viknar spakuliga