Veðrið í dag og hósdagin:
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, stundum upp í skrið. Skýggjað, men turt og hitin um 5 stig.
Veðrið fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin:
Fyrst upp í hvassan vind av landsynningi, men seinni minkandi til stívt andøvsgul ella gul. Skýggjað og sum frálíður møguliga smáregn. Hitin um 5 stig.
Í gjár:
Ímillum eitt megnar hátrýst yvir Suður-Skandinaviu og eitt lágtrýst yvir Atlantshavinum rekur rættuliga turr luft komandi dagarnar móti Føroyum av landsynningi.
Í dag:
Framm móti vikuskiftinum nærkast brúgvaløg Føroyum av útsynningi.