Veðrið

.

Veðrið í dag:

Andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi og suðri, væntandi turt, men támut ella mjørki. Hitin um 10 stig.


Veðrið hósdagin:

Gul til stívt andøvsgul av útsynningi og møguliga sirm av og á. Hitin um 10 stig.


Veðrið fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin:

Andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi og suðri, támut veður og stundum regn. Framvegis lýtt ? hitin alt samdøgrið um 10 stig.


Í gjár:

Eitt hátrýst, um 1030 hPa. stendur mestsum í stað yvir Bretsku Oyggjunum og Norðsjónum. Fleiri lágtrýst, um 990 hPa. fara framvið Eysturstrond Grønlands móti Svalbard.


Í dag:

Allar dagarnar rekur rættuliga lýggj og slavin luft móti Føroyum av útsynningi og suðri.