Veðrið

.

Veðrið í dag:

Hann veksur vindin upp í hvassan vind av útsynningi og stundum regn. Seinnapartin slítur í. Hitin millum 5 og 8 stig. Leygarnáttina hækkar hann upp í útnyrðing og minkar vindin. Hitin fellur niður í eini 3 stig.


Veðrið leygardagin:

Gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, sum frálíður minkar hann vindin og lækkar niður í sunnan. Yvirhøvur turt og hitin um 5 stig.


Veðrið sunnudagin, mánadagin og týsdagin:

Sum frálíður hvassur vindur ella skrið av suðri og eitt skifti regn. Hitin veksur upp í 8 til 12 stig.


Í gjár:

Eitt lágtrýst við New Foundland fer móti Eystur-Grønlandi, samstundis sum eitt hátrýst yvir Finnlandi fer vestur í Norska Havið.


Í dag:

Tað merkir, at Føroyar framm til týsdagin vil fáa luftstreym av suðri og útsynningi.