Veðrið í dag:
Gul til í stívt andøvsgul av útsynningi og vestri, 5 til 10 m/s, skýgjað og turt. Hitin millum 4 og 8 stig.
Veðrið í morgin:
Hann veksur vindin upp í ein strúk av útsynningi, 10 til 15 m/s. Um náttina hækkar hann upp í útnyrðing og minkar. Samdrigið og stundum regn, men inn ímillum slítur í. Hitin um dagin 5 til 8 stig, um náttina umleið 3 stig.
Veðrið leygardagin:
Gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Fyri tað mesta turt og ádrigið. Hitin umleið 5 stig. Sunnunáttina sunnan í ættini og vaksandi vindur.
Veðrið sunnudagin og mánadagin:
Sum frá líður strúkur í vindi av suðri, 15 til 20 m/s. Samdrigið og regn, og hitin 9 til 12 stig.
Í gjár:
Eitt lágtrýst yvir Íslandi gongur í ein norðan.
Í dag
Seint fríggjadagin verður eitt sindur kaldari. Sunnudagin nærkast eitt djúpt lágtrýst Føroyum av útsynningi.









