Veðrið í dag:
Stívt andøvsgul av suðri, samdrigið og eitt sindur av regni, seinni snarar hann í útsynning við klárari veðri og ælingi. Hitin millum 4 og 8 stig.
Veðrið hósdagin:
Gul til andøvsgul av vestri, seinni útsynningi, um kvøldið frískar hann vindin. Okkurt æli og hitin millum 3 og 6 stig.
Veðrið fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin:
Andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, stundum upp í hvassan vind. Stundum regn, men eisini frægari løtur. Hitin millum 4 og 8 stig. Sunnudagin veksur hann møguliga vindin til storm av suðri og samregn.
Í gjár:
Eitt lágtrýst norðanfyri Føroyar grynnist. Mikudagin fer eitt brúgvalag um Føroyar vestaneftir við ælingi og aftaná klárar rættuliga í.
Í dag:
Komandi dagarnar verður væntandi útsynningsstreymur yvir Føroyum og av og á koma brúgvaløg við regni.










