Veðrið í dag:
Andøvsgul upp í ein strúk av vestri, út á dagin lækkar hann niður í útsynning og sunnan og minkar vindin nakað. Stundum regn ella ælingur og hitin millum 5 og 8 stig.
Veðrið mikudagin:
Gul til stívt andøvsgul av landsynningi, út á dagin hækkar hann upp í norðan. Regn ella ælingur og hitin millum 3 og 8 stig.
Veðrið hósdagin:
Gul til andøvsgul av útnyrðingi, seinni vestri og útsynningi. Ælingur og hitin millum 3 og 8 stig.
Veðrið fríggjadagin og leygardagin:
Andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, eitt skifti kanska hvassur vindur av suðri. Stundum regn og hitin millum 5 og 8 stig.
Í gjár:
Eitt lágtrýst skamt í útnyrðing úr Skotlandi fer í landnyrðing og fer væntandi í kvøld eysturum Føroyar. Brúgvalagið haðani norðanfyri Føroyar fer norðureftir.
Í dag:
Mikudagin fer eitt lágtrýst framvið Føroyum skamt sunnanfyri.