Veðrið í dag:
Hvassur vindur av landsynningi og sum frálíður regn. Seinni hvassur vindur av útsynningi. Hitin millum 5 og 10 stig.
Veðrið sunnudagin:
Hvassur vindur ella skrið av suðri og regn av og á. Hitin millum 7 og 10 stig. Mánanáttina støkkur hann vesturum og tað klárar í. Hitin niður í 5 stig.
Veðrið mánadagin:
Hvassur vindur av vestri, seinni lækkar hann niður í útsynning og minkar vindin nakað. Turt og sólglottar og hitin um 5 stig. Um kvøldið veksur hann vindin upp í skrið av suðri og landsynningi og sum frálíður regn. Hitin veksur upp í 10 stig.
Veðrið týsdagin og mikudagin:
Fyrst hvassur vindur av suðri og regn. Hitin millum 7 og 10 stig. Seinni útsynningur og klárari í veðrinum, tó ælingur, mikudagin partvís sum vátakavi. Hitin fellur niður í eini 5 stig.
Í gjár:
Lágtrýst fara tað komandi vikuna framvið Føroyum í ein útnyrðing.
Í dag:
Tey geva yvirhøvur nógvan vind, nógv regn og lýtt veður.