Veðrið í dag:
Lot til andøvsgul av útnyrðingi og vestri, eitt skifti upp í stívt andøvsgul. Sólglottar, man kanska okkurt kavaæli og hitin upp til 4 stig. Fríggjanáttina veksur hann vindin av suðri og regn ella kanska vátaslettingur.
Veðrið fríggjadagin:
Hann veksur vindin upp í hvassan vind av landsynningi og regn. Hitin veksur til 5 til 8 stig. Leygarnáttina klárar í og hitin fellur niður í 3 stig og minkandi vind av landnyrðingi.
Veðrið leygardagin, sunnudagin og mánadagin:
Strúkur í vindi av suðri, seinni veksur hann vindin til hvassan vind ella skrið og snarar í útsynning ella vestan. Sum frálíður lýggjari veður við regni og hitin upp til 8 stig.
Í gjár:
Eitt hátrýst vesanfyri Føroyar fer í ein sunnan og enn rekur køld luft av norði móti Føroyum. Fríggjadagin kemur eitt lágtrýst vestaneftir við lýggjari veðri og regni.
Í dag:
Aftaná fer eitt lágtrýst móti Íslandi av útsynningi og Føroyar koma tá at liggja í einum hørðum og lýggjum útsynningsstreymi.