Veðrið í dag:
Andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi og norði og sólglottar, men bert okkurt kava- ella vátaslettingsæli. Hitin um dagin upp móti 5 stigum, um náttina niður til frostmarkið.
Veðrið mikudagin, hósdagin og fríggjadagin:
Gul til stívt andøvsgul av norði ella av ymsum ættum og sólglottar, men eisini okkurt vátaslettings- ella kavaæli og somu hitaviðurskifti.
Veðrið leygardagin:
Møguliga frískar hann vindin lágt við lýggjari veðri.
Í gjár:
Eitt hátrýst yvir Íslandi breiðir seg móti Írlandi. Køld luft við kavaælingi rekur móti Føroyum av landnyrðingi og norði.
Í dag:
Síðst í vikuni koma væntandi brúgvaløg av útsynningi móti Føroyum.
November mánaði var ógvuliga lýggjur í mun til miðal, 7,2° móti 4,9°.
Hann var eisini turrari enn miðal, 130 mm, móti 148,5 mm.










