Veðrið í dag:
Gul til stívt andøvsgul av vestri og útsynningi, támut og mjørki ella kanska sirm av og á. Hitin alt samdøgrið um 10 stig.
Veðrið mikudagin:
Andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi og turt, men támut og mjørki av og á. Hitin alt samdøgrið um 10 stig.
Veðrið hósdagin:
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri og útsynningi og sum frálíður regn vestaneftir. Fríggjanáttina hækkar hann upp í vestan, minkar vindin nakað og tað verður yvirhøvur turt. Hitin millum 7 og 10 stig.
Veðrið fríggjadagin og leygardagin:
Hann veksur vindin aftur upp í hvassan vind av útsynningi og eitt skifti regn vestaneftir. Seinni hækkar hann upp í vestan við somu vindferð og tað klárar í, tó ælingur. Hitin alt samdøgrið um 10 stig.
í gjár:
Komandi dagarnar vil eitt hátrýst uppá meiri enn 1030 hPa. verða mestsum liggjandi yvir Norðsjónum og Bretsku Oyggjunum.
Í dag:
Samstundis vilja fleiri lágtrýst fara framvið eysturstrond Grønlands til Norska Havið.










