Veðrið í dag, mikudagin og hósdagin:
Andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, stundum upp í hvassan vind. Skýggjað og stundum regn ella ælingur og hitin millum 8 og 10 stig.
Veðrið fríggjadagin:
Gull til stívt andøvsgul av landsynningi og regn viðhvørt. Hitin millum 8 og 10 stig.
Veðrið leygardagin:
Lot til gul av ymsum ættum og okkurt æli. Hitin millum 8 og 10 stig.
Í gjár:
Lufttrýstið er høgt yvir Skandinaviu og lágt yvir Atlantshavinum.
Í dag:
Millum hesar miðdeplar rekur lýggj luft framvegis av landsynningi móti Føroyum.










