Veðrið í dag:
Hvassur vindur ella skrið av landsynningi og eitt sindur av regni ella ælingi. Hitin millum 7 og 11 stig. Leygarnáttina minkar hann vindin nakað.
Veðrið leygardagin og sunnudagin:
Gul til stívt andøvsgul av landsynningi, stundum upp í ein strúk. Stundum regn ella ælingur og hitin millum 6 og 10 stig.
Veðrið mánadagin og týsdagin:
Hann veksur vindin upp í hvassan vind av landsynningi og regn meginpartin av tíðini. Hitin millum 6 og 9 stig.
Í gjár:
Eitt hátrýst yvir Russlandi og Skandinaviu stendur mestsum í stað, meðan rættuliga djúp lágtrýst teir komandi dagarnar koma av útsýnningi móti havinum sunnanfyri Ísland.
Í dag:
Lýggj luft vil framvegis reka móti Føroyum av suðri og landsynningi og meginpartin av tíðini við nógvum vindi. Í vikuskiftinum verður veðrið tó eitt skifti støðugari.