Veðrið

.

Veðrið í dag og fríggjadagin:

Hvassur vindur ella skrið av landsynningi, men út á fríggjadagin minkar hann vindin nakað og møguliga regn. Við hvørt skýggjað og támut, men eisini sólglottar. Hitin millum 8 og 11 stig.


Veðrið leygardagin, sunnudagin og mánadagin:

Andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi og eystri, men seinni minkar hann vindin nakað. Sólglottar, men møguliga okkurt æli. Hitin millum 7 og 10 stig. Seint mánadagin veksur hann vindin upp í ein strúk av eystri og kanska regn sunnaneftir.


Í gjár:

Eitt hátrýst yvir Skandinaviu stendur í stað, meðan rættuliga djúp lágtrýst ferðast frá Atlantshavinum í norðan og útnyrðing komandi dagarnar.


Í dag:

Lýggj luft vil framvegis reka móti Føroyum av suðri og landsynningi og meginpartin av tíðini við nógvum vindi. Í vikuskiftinum verður tó eitt skifti støðugari veður.